Hesi orðini segði einaferð eitt forsetavalevni í USA, og seinni varð hann fyrsti litti forsetin í Amerika. Og hygga nú at Smiðjuni! segði Rani Nolsøe, sum spældi og sang tveir sangir, tá ið listaframsýningin hjá Jóan Paula og Jórunn læt upp í dag. Jóan Pauli var á íversetaraskeiði hjá Rana, og Rani var tað, sum gav honum brekkustart, sum Jóan Pauli segði.
Jóan Pauli hevur altíð teknað, tá ið hann var barn, hevði hann tekningar í “Mínari jólabók”. Tær myndirnar eru eisini á framsýningini, tvær frá 1959 og triggjar frá 1961. Tað vóru eldhugaðir lærarar sum Svenning Tausen og Jákup Kjeld, sum skipaðu fyri. Tá ið Jóan Pauli var ungur, gekk hann á skeiði hjá Janusi Kamban og sat eisini fyri hjá okkara fremsta myndhøggara. Seinni, tá ið familjan búði í DK í sjeytiárunum, gekk Jóan Pauli at læra croquis. Síðani hevur ein langur steðgur verið, og lítillátin og stillførur sum maðurin er, hevur tú einki hoyrt ella sæð til hansara góðu gávur. Og tó ikki sørt, Jóan Pauli hevur so mangar aðrar gávur, hann er skald, táttaskald og dugir væl at taka til og snara orðum og setningum. Altíð originalur, ongantíð keðiligur ella prosaiskur. Ná, í 2007 byrjaði hann aftur at arbeiða við at tekna. Jórunn og Jóan Pauli arbeiða nú bæði við list heima í Sílagøtu. Jórunn hevur fyrr havt framsýningar, tey seinni árini saman við 5 feitum flugum. Nógv fólk var til ferniseringina, sum Anne Lisa segði, hetta er ikki ein framsýning , hetta er ein “event”.
No comments:
Post a Comment