Mar 22, 2014

4. dagur er høkjudagur

I nátt svav eg ikki so øgiliga væl, eg skal siga tær tað, at ein av sjúkrasystrunum  vakti meg kl. 00.30, og her í verðini sovnaði eg ikki aftur. Tær koma inn at hyggja til sjúklingarnar, men hurðin larmar. Og so hevði eg onkran trega fyri bringuni, so bar hon mær ein hvítan snaps, men hann fekk eg so ikki niður, piparmynt, virkaði sum salva, eg fekk mær av henni – kanska var hetta til útvortis brúk?

á hosp 2 032

Altíð er okkurt spennandi á skránni, í dag skuldu høkjurnar roynast, so í morgun løgdu vit okkum at bíða eftir fyssini.

Tá ið eg hevði etið mín havragreyt, fór eg at skavast við at fara í brúsu. Alt lagt klárt, so at eg rakk eftir handklæði, klæðum osfr. Sat so har í brúsuni, herligt. Ja, tað er gott at seta prís upp á tey gerandisligur vanligu tingini, sum vit taka fyri givið.

Eg og Margit fóru eisini í holt við venjingar, áðrenn Sólbjørg kom. So kom Sólbjørg, og hon rósti okkum Smile. Vit gingu túr inni í stovuni og eftir gongini, men trappurnar bíða til í morgin. Konan í grannasongini fór eisini í trappurnar, hugsi hon ætlar sær heim til Streymnesar í dag.

á hosp 2 036P1000938

Margit bindur sær eina stjørnutroyggju úr lopatógvi og mohair, sum hon hevur keypt á Seyðisfirði, tá ið tey vóru harmonikutúr.

Dagsins hæddarpunkt er sjálvandi døgurðin, og gita hvat vit fingu í dag! Ja, ræstan fisk! Maaaa hann smakkaði væl, og garnatálgin var vist føroyameistaragarnatálg. Og so var sagosúpan omaná, reyð sagosúpan – akkurát sum abbi plagdi at gera. Á abbi abbi, tíni knø høvdu trongt til ein túr undir Jákup Midjordsa kønu hond. Tú gekk ímillum komfýrin og vaskið, og tú sat á einum krakki og vaskaði upp, beinini vóru so bogin.

Høkjudámurnar fóru sjálvandi upp at njóta hesa veitslumáltíð, marglætislív at fáa alt upp í hendurnar.

P1000940P1000941

Jákup Midjord er mín hetja – og so er hann blíður eisini, hann helt at hælurin, sum hevur sovið, síðani garðamaðurin doyvdi meg, fer at vakna – onkuntíð kanska.

P1000943

Og í dag havi eg aftur havt gestir, Lív Rósa og Sigri og Solli, og so Turið og Hallur og børnini, Herbert hevði eini stórtíðindi – hann hevur mist eina tonn, og hon er ikki blivin vekk.

P1000944

No comments:

Post a Comment