Bókin er skrivað í tveimum pørtum í 1931 og 1932, vóru savnaðar undir einum í 1951
Hon snýr seg um Sølku Vølku, ið kemur til eina bygd saman við mammu síni, har tær búsetast og verða fyri lívið.
Bókin er ein socialrealistisk roman, ið kann minna um Martin Andersen Nexø (Ditte Menneskebarn), Martin Joensen og Nordal Grieg (Ung må verden endnu blive).
Alt fólkið er fátækt, eitt arbeiðspláss er í bygdini, og tað er fiskaarbeiði hjá handilsmanninum Bogesen. Eingin peningur er millum fólk, í staðin fyri løn kann keypast vøra og annað um Bogesen metir tað vera rætt og rímiligt. Á tann hátt kann hann vísa sína náði til hin einstaka. Sjálvur býr hann í stásiligum húsum, familjan ferðast javnan til Danmarkar, har tey sigast at eiga eitt slott. Men tað verður av fólkunum í teirra smáttum mett at vera bæði rætt og rímiligt.
Salka og Mamman flyta inn í Mararbúð, saman við Steintóri og hansara froeldrum. Mamman fer inn í Frelsunarherin har hon heldur seg finna sálarfrið. Mamman heldur seg eisini til Steintór, og vónar at giftast við honum, men hann hevur meira áhuga fyri Sølku. Mamman verður uppá vegin, og vil giftast, men Steintór neyðtekur Sølku og stingur av.
Salka gongur egnar leiðir, klæðir seg í langar buksur og posatroyggju til forargilsi fyri hini í bygdini. Ein dygdarkona tosar við hana um hetta, Salka sigur, at lítlibeiggi hennara er sjúkur, men konan letst ikki um vón. Beiggin doyr, Steintór kemur aftur, søgan endurtekur seg, Hann sigur seg vilja giftast mammuni, men er áhugaður í Sølku, mamman tekur lívið av sær.
í Seinna parti er verkfall, socialisman ella komunisman er komin til bygdar, Arnaldur er komin aftur tilbygdina, fullur av ideologiskum ideum um eitt kollektiv , og dreymin um sameinda samfelagið, Bogesen er farin á heysin, stillar upp til val.
Steintór kemur aftur til bygdina ríkur nú, verkfallið verður av,,alt endar sum fyrr.
Bókin lýsir fleiri ideologiir, kristindómur, kapitalisman komunisman við nógvum háfloygdum ideum um hvussu samfelagið skal skipast, men eingin megnar tað, fólkið treingir allarmest: at fáa mat í munnin og yvirliva sum sjálvstøðugar verur. Ígjøgnum allan henda kamp megnar Salka Valka at vera óbroytt. (skrivað hevur Brynhild )
Bókin var tung at koma ígjøgnum, helt onkur, turrisligt at lesa um eina kollvelting s, sum ongantíð kom. Bókin tykist gamaldags, nú ið kommunisman er fallin, men hon er ikki keðilig.
Bókin er ein tíðarmynd, hon lýsir djúpt fátækdømi, sum vit ikki kunna ímynda okkum.
No comments:
Post a Comment