Minti meg beinanvegin á Amalie Skram. Høvuðsevnið hjúnaband er so tíðartypiskt, sum tað kann. Øll hesi pør, sum liva saman av súrari skyldu eina, á denn skomm og vanæra at liva sum fráskild, ja ella liva saman ógift…..á sum tað er gott, at mann ikki var til fyri 100 ella 120 árum síðani! Hugsaði eisini um handa filmin um eina konu, sum vildi vera fotografur, men fekk ikki fyri manni, sum drakk og var harðligur, og børnum og stríðið.
“Vaaren” kom út í 1914, og Amalia Skram (1846-1905) skrivar sínar hjúnabandsskaldsøgur í uoh 90unum. Sjálv var Amalia Skram fráskild og hevði børn, og Sigrid Undset kendi eisini til kvinnuleiklutir. Onkur av bókarkonunum helt, at tað er heilt løgið, at Kristin Lavransdatter og Vaaren vórðu skrivaðar við somu hond, men bókin er frá 1914, so tað er eitt ungdómsverk hjá Sigrid Undset.
Bæði Rose og Torkild, sum eru høvuðspersónar, og sum eru par, hava ein truplan uppvøkstur. Rúsevnismisnýtsla og umsorganarsvik, sum tað eitur í dag, gera seg galdandi. Teirra egna lív og samlív er eiisni merkt av kulda og formalistiskum atburði, tey eru ótrúliga fólkalig hvørt við annað, men einki góð – ella tey siga at tey elska hvørt annað, men hjúnabandið sum stovnur og spennitroyggja er ein trupulleiki.
Alt endar so sera væl, tey koma saman aftur og fáa eitt barn, happily ever after. Sum ein segði : bókin er sum eitt innbundið vikublað, stuttliga sagt
Eitt herligt kvøld saman í Bókastevi. Gleði meg longu til næstu ferð, tá verður tað Durita HOlm, kanska ein størri lesiuppliving.
No comments:
Post a Comment