Vakstrarætlanin fyri Sandoy við Katrin Petersen á odda skipaði fyri ráðstevnu á Deplinum í Skálavík í gjár. Eg var ikki til sjálva ráðstevnuna, men var í Skálavík og forvitnaðist, og so var eg til Heystgildi um kvøldið. Nógv fólk, nógv væl nøgd fólk.
Skráin sá bæði spennandi og fjølbroytt út. Katrin tykist vera júst rætti persónurin til hetta, fryntlig og góða útvarpsrødd, ikki so hátíðarlig, sum mong gerast, tá ið tey fáa alment starv.
Depilin tykist væl hóskandi til slíkt tiltak, góð høli og góður køkur. Básar vóru settir upp við alskyns vørum, sum eru framleiddar í Sandoynni og í Skúvoy. Eg keypti mær tarvalivurpostei, helt tað ljóðaði so deiliga potent, og hon smakkaði væl. Eg smakkaði eisini grindafrikadellur, smakkaði væl.
Matur, grót og bundnir lutir. Mær dámdi so serliga vær uggafuglarnar hjá Súsan. Nátúrunnar egnu formar, mær rann í hug yrkingin hjá Karsteni Hoydal: Fuglin teir høvdu í huga, teir sum bátasmíð hava dugað. Fullkomnir formar ganga aftur í fullkomnum verum og lutum. ´
Heystgildið byrjaði niðri á Møl inni í handlinum. Vit fingu hvør sína øl, eg valdi mær Ydun, men var ikki imponerað, helt hon smakkaði nakað vatnut.
Síðani hevði Jens Dalsgaard nøkur orð um Mølahandilin, nakað um abba sín Valdemar og pápan Viggo, tað var sera áhugavert, og eitt fínt hugskot at lata okkum fáa nakað av søgu eisini niður undir døgurðan. Síðani var høvi at skoða tann gamla handilin, sum stendur sum eitt museum. Vónandi fer Skálavíkar bygdaráð at duga at gagnýta møguleikarnar niðri á Møl til museum og pub ella annað.
Síðani var kyndlagonga niðan á Depilin, har Leif bíðaði við eini listarligari matskrá.
Vit fingu tríggjar brellbitar, forrætt, høvuðsrætt og omaná. Eg minnist ikki alt, sum Leif roknaði upp (matskráin kundi verið prentað á sangblaðið), men høvuðsrætturin var bógvur við ræstari sós, also feskt kjøt við ræstari sós, sera pikant, og tað smakkaði so ótrúliga væl, eisini forrætturin, sum var morlaður saltfiskur í eplamorli var sera góður.
Fríðhild veit nógvar søgur, og undirspæl var til sangirnar, men hølið hevur kanska ikki so góðan akustikk, viðhvørt gekk minni væl við sanginum.
Vit kunna saktans gleða okkum til eplafestivalin komandi ár! Vóni, at eplaprent verður á skránni eisini.
No comments:
Post a Comment