Nov 19, 2014

Jórunn Dánialsdóttir í Smiðjuni í Lítluvík 28 nov. til 2. des.

Tá ið vit búðu niðri í sjeytiárunum, gekk Jórunn í handarbeiðsskúla, hon lærdi alt handarbeiði frá grundini, og í bindiklubbinum var altíð okkurt forvitnisligt at síggja frá hennara hond. Seinni er Jórunn farin meiri tann listarliga vegin, men enn eru tær gomlu dygdirnar í hásæti. Tað er kelað fyri hvørjum kodda, bakið er næstan líka fínt sum framsíðan, kviltað og stikkað við ælabogatrillitráð.

jórunn framsýnig 026

 

Og keypir tú eina húgvu ella annað frá Jórunn, so er tað unikt. Ikki sum hinaferð mamma skuldi í veitslu við onkrari skúlanevnd og frk. Cohr var í sama slag kjóla sum mamma! Báðar vóru nakað stuttar og rundar, kjólin var lilla,, eg minnist kjólan, men mamma segði, at hon fór ikki úr frakkanum alt kvøldið. Tað man tó kortini vera ein søga…..sita til borðs í frakka? …neyvan, í hvussu er ikki, um tað var døgurðaborð.

Ná, aftur til Jórun.jórunn framsýnig 027 Hon hevur eisini myndir við á framsýningini, fínligar myndir, summar við nátúrmotivi, aðrar meiri abstraktar. Hopleyst at fotografera ígjøgnum glasið, allar eru innrammaðar av einslistum.

jórunn framsýnig 034jórunn framsýnig 039

jórunn framsýnig 014jórunn framsýnig 029jórunn framsýnig 030

No comments:

Post a Comment