Landsfelag pensionista helt 3., árið á rað ráðstevnu um viðurskifti teirra eldru. Eins og í fjør var ráðstevnan á skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Ein slík rúgva av fólki, nógvir pensionistar, men eisini yngri fólk umboðandi feløg og politikarar.
Tvær framløgur fyri døgurða og tvær aftaná frikadellurnar. Arne Thorsteinson beyð vælkomin, Annika Olsen setti dagin og Jón Brian Vidtfeld var orðstýrari. Eg hoyrdi framløguna hjá Eyðuni Christiansen, umboði fyri Kommunufelagið og Signari Dam, sum er 78 ár og enn arbeiðir fulla tíð sum kommunulækni. Á myndini niðanfyri sæst Eyðun saman við Einu, formanni í ergoterapeutfelagnum.
Eyðun greiddi frá, hvussu mann hugsar sær, at viðurskiftini verða hjá teimum eldru, eftir at kommunurnar (tey 7 samstarvsøkini) hava yvirtikið økið. Eyðun vísti á, at hóast stóran vøkstur í útreiðslum tykjast tænasturnar ikki at fylgja víð. Heimatænastan fær nógv minni part lutfalsliga enn røktarheimini, sum eru sera dýr. Vónin er, at tilfeingi verður “meiri skynsamliga” brúkt…ábyrgd og fígging fylgjast, samstarv og sjálvsavgerðarrættur…nógv føgur orð vórðu havd á lofti. Eftir hvørja framløgu var biðið um spurningar og viðmerkingar. Ikki øll halda, at tað verður alt so fínt eftir 1. januar. Daprar demografiskar framskrivingar, sum vit hava sæð tey seinni árini, og tað , at gomul rinda ikki skatt – síðan pensiónir eru forskattaðar – og tí verða enn meira óynskt sum borgarar, settu ein dempara á fundin. Men tíbetur var onkur viðmerkjari, sum dugdi at vera meiri skemtingarsamur.
Signar Dam og Finnur Johansen vóru ikki samdir um hetta hugtakið “sum longst í egnum heimi” – eitt mantra sum partvíst er blivið brúkt av politikarum fyri at spara: tað er bíligari at hava fólk heima (við lítlari og ongari heimahjálp) enn á ellis- ella røktarheimi. Ein viðmerkjari helt, at um talan var um “sum longst í egnaðum heimi”, so var tað fínt, men um teir blíva við at skerja heimahjálpina, so verður sjálvandi brúk fyri fleiri røktarheimsplássum.
Minnast tit regnhetturnar? Úr heilt tunnum plasti, at brúka bæði uttan á hatti ella turriklæði, til at halda hattinum ella bara um hárið. Hendan lá á gólvinum í garderobuni, ein heilsan frá einari gamlari konu, kanska hon hevur altíð brúkt regnhettu? frá ungdómsdøgum í 50unum.
No comments:
Post a Comment