Nov 30, 2014

LITTERERUR JÓLAKALENDARI 1. desember

Útvarpið og sjónvarpið spenna seg út til jóla. Í fleiri vikur hava vit hoyrt lýsingarnar um jólakalendarar til tey stóru og til tey smáu, spennandi. Elin á Rógvu hevur skrivað leik til útvarpið, og tónleikurin er eisini føroyskur, og sjónvarpið sendir ein norskan jólakalendarafilm.

Bloggurin fer at hava eina jólakalendarasøgu. Gita nær hon byrjar! Ja! kollgitt, hon byrjar 1. desember klokkan 00.00

Tað er ein LITTERER JÓLAKALENDARASØGA: FINN SØGUR Í SØGUNI. Í næstan øllum pørtum er ein søga fjald, loysnin til hvønn part kemur dagin eftir, áðrenn næsta part, sjálvandi bara, um nakað svar var at finna.

 

Tá ið Niko fór til Havnar 1

Eina ferð var tað ein genta, sum æt Nikolina, men øll kallaðu hana bara Niko. Hon búði á Viðareiði saman við mammu síni og pápa sínum. Niko var 11 ár og gleddi seg til jóla. Hon ynskti sær grímur og gekkaskortar og sminku og hattar og alt sovorðið , sum mann kann brúka, tá ið mann spælir sjónleik. Tí Niko elskaði at spæla sjónleik, onkuntíð spældi hon saman við øðrum børnum, men hon tímdi eisini væl at spæla einsamøll. So spældi hon fleiri leiklutir sjálv. Einaferð helt mamman, at nógv børn vóru og vitjaðu Niko, tí at hon hoyrdi tey tosa saman í kamarinum. Trý børn, tvey av teimum argaðu tað triðja, tað barnið, sum bleiv argað fór at gráta, og mamman kom inn at ugga og fáa alt í rætt lag, mamman hevði tríggjar sleikipinnar við inn í kamarið. Men tá ið hon kom inn, var Nikolina einsamøll, tað var hon sum argaði, og eisini hon sum lippaði, og mamman gav henni allar sleikipinnarnar. So væl dugdi Niko at gera røddir.

clip_image002

Niko hevði hoyrt í útvarpinum, at ein sjónleikur – ein barnaleikur – var í sjónleikarhúsinum í Havn. Hon spurdi mammu sína, um hon kundi sleppa, men tað var tvørt nei. Leikurin skuldi spælast til jóla, og Niko, sum kundi vera treisk, tá ið tað stakst uppá hana, vildi og skuldi síggja hann. Hon hevði verið í Havn fyrr, hon átti eina ommu í Havn, hana ætlaði hon sær at vitja eisini. Fyrsta desember um morgunin sníkti hon seg frá húsum. Tað var myrkt, men Nikolina hevði lummalykt, og hon var so hyggin, at hon tók eyka battarí við.

 

 

No comments:

Post a Comment