Magna og eg fóru til Reykjavíkar, ein vikuskiftistúr at vitja Ingu Rósu. Aðrar damur vóru eisini í flogfarinum, eg skilti, at tær vóru ein bindi/kaffiklubbur.
Tað var gott veður í Reykjavík, so kavadraktin, vøttirnir og pulshosurnar vórðu ikki brúkt. Vit vóru fyrivanar, tí at eg haldi, at tað er altíð so nógvur gjóstur í Reykjavík.
Ná, vit upplivdu nógv og nutu blíðskap. Eg sá ein sjónleik saman við Gudny og ein annan saman við Magnu. Tað var herligt at vera í sjónleikarhúsi saman við tí klóku, livandi, opnu og opinskáraðu Magnu. Tá ið leikur var farin í gongd, og tey høvdu spælt einar 15 minuttir, segði Magna: nær byrjar tað. Eg haldi hon bíðaði eftir wide screen walt disney. So segði eg henni, at hetta var “filmurin” - ordilig fólk, sum spældu eina søgu. Magna fylgdi væl við og hevði stóra gleði av leikinum, her síggja tit hana saman við heimsins sterkastu, tað er handan reyðhærda.
Sjjálvandi vóru vit og svumu og ein túr í húsdýragarðin. Havi so mangan hugsað um tað: hví er ikki ein húsdýragarður í Føroyum? Við seyði , smálombum og kettlingum? Vit vóru ein túr niðri í fjøruni og so sjálvandi og vitjaðu Gudny. Hjá Ingu Rósu á Sólvallagøtu var deiligt at vera, góð íbúð og professionell passing.
No comments:
Post a Comment