Nov 25, 2014

Konan við 1000 gradir eftir Hallgrím Helgason

Eg og Gudny fóru til leikin hann var á pallinum sum eitur Kassin í Tjóðleikhúsinum. Sera spennandi, vit lósu bókina í Bókastevi, og eg helt hana vera so stak góða. Og leikurin var eisini so góður, so hvørt, sum hendingar fóru fram og blivu fortaldar mintist eg tær aftur úr bókini.

P1050047

Pallurin, bilskúrurin, var flottur og brúktur til ymsiskar pallmyndir, gólvið var fjalt undir reyðum bløðum. Har var óruddiligt inni hjá Herru Bjørnsson, ein dungi av kuffertum var líkasum alt innbúgvið - landslagið, seingin var meiri sum ein gamaldags ottoman við koddum og teppum og var bæði stólur og lega.

P1050052

Herbjørg ( Guðrún Snæfríður Gísladóttir) er tann, sum fortelur søguna, og hon er á pallinum alla tíðina. Men so koma aðrir leikarar og spæla søguna, sum Herra er komin til í síni frásøgn. Stóran leiklut hevur Elma Stefania Ágústsdóttir, sum tann unga Herbjørg, bæði tá ið hon er í Danmark og hevur tilhald í Silvurgøtu, tá ið verður latin einsamøll eftir og send til Frísalands, og tá ið hon seinni kemur í hóslag við …var tað polakkar. Eisini óunniligar hendingar, sum henni eru fyri, verða vístar. Tann syrgiliga hendingin, tá ið hon misti dóttrina Blómey í meiningsleysari vanlukku í Bayres (Buenos Aires), var hjartaskerandi fortald. Gentan var bara tvey ár.

P1050054

Hon leggur ikki fingrarnar ímillum, Herbjørg, og skemtið í bókini er í góðum hondum hjá hesi leikkonu, harðmælt  og speisk letur hon rapa niður yvir samfelag, son og sonarkonu. Og handgrantin er til taks enn, og vit síggja, tá ið tann unga Herra fær hana frá pápa sínum, nasistinum. Herra fer úr verðini við einum stórum bresti og ljósum loga, sera dramatiskt, eins og hennara lív var drama.

Fult hús og stórur fagnaður.

No comments:

Post a Comment