Kirsten Thorup hevur við "Mørket bag dig" skrivað eitt framhald av bókini "Indtil vanvid indtil døden" um Harriet. Hendingarnar fara fram í Danmark, Harriet er einkja, summi siga nazieinkja, og fær týska pensión. Harriet er sera nógv merkt av síni ferð til München og øllum hendingunum í fyrru bókini.
Hendingar fara fram í Keypmannahavn í hersetingartíðini. Harriet arbeiðir á eini skrivstovu, sum hjálpir krígseinkjum eftir týskar soldatar og teirra familjum, t.e. hon arbeiðir á einari týskari skrivstovu saman við týskvinarligum fólki. Høvuðstemað er Harrietsa dupultsinni, øðrumegin ærar hon minnið um mannin, sum doyði í rættvísum kampi móti kommunistum, hinvegin fær hon størri og størri innlit í, hvussu hersetingarvaldið ber seg at í Danmark. Hon fær ein vin, sum er í mótstøðurørsluni, og hon verður drigin uppí tað arbeiðið.
Bókin "Annas sang" eftir Benjamin Koppel hevur eitt annað sjónarhorn, høvuðspersónurin Hanna er ein jødisk smágenta, sum býr í Fiolstræde í Keypmannahavn um tað mundið, kríggið brestur á. Vit síggja familjulívið í hesi stóru jødisku familju. Anna hevur 4 beiggjar, sum allir gifta seg við donskum gentum og ikki akta mammu sína. Anna følir seg noydda at akta mammu sína. Mamman er teatralsk og arbeiðir hart upp á kenslulívið hjá Annu. Anna hevur ein danskan sjeik og gerst við barn, men mamman trumfar sítt ígjøgnum.`Stórur partur av bókini fer fram í Fraklandi, har ið Anna er gift við ein sera ódámligum manni. Sambandið við familjuna í Danmark er so gott sum einki.
Á áhugaverdan hátt supplera bøkurnar hvørja aðra. Tíðin er tann sama, og býurin er tann sami. Men sjónarhornini heilt ymisk.. Í báðum bókunum er tónleikur týdningarmikil. Anna er sera góður pianistur, og Harriet brúkar tónleikin í síni sálarneyð.
No comments:
Post a Comment