Steinsettar gøtur, brattar ímóti sjónum, gomul pakkhús við teimum eyðkendu galvunum, sum tú eisini sært í Amsterdam. Í Visby er eitt flott fornminnissavn, Gotlands fornsal. Har fært tú eina ríka og fjølbroytta mynd av søgu Gotlands, innanhýsis stríði millum bygd og bý, Valdemar Atterdag, sum tók ræði í Gotlandi, og ikki at gloyma teir flottu rúnar- og myndasteinarnar.
Vit vóru í Visby í gjár, vitjaðu fornminnissavnið, listasavnið og dómkirkjuna. Í dómkirkjuni var ein listasýning við list eftir Ann Wolff (www.annwolff.se), tey eru rættiliga liberal har, tí at eitt av listaverkunum huldi næstan alla altartalvuna.
Fingu okkum morgunmat í Adelsgatan og pizza eina aðrastaðni.
No comments:
Post a Comment