Hava súkklað gott 60 km í dag.Kennist í afturpartinum. Men her er slætt, næstan ongar brekkur. Vit fóru úr Visby kl. 10, nakad norðanfyri Visby fóru vit at hyggja at einum serstakliga flottum helli, ella fleir hellum, slagkittar og stalagmittar og aðrar formatiónir.
Miðaldarmúrurin umVisby.
Her er flott, men Svöríki er dýrt, og vegirnir eru ikki so væl merktir sum Jákupsvegurin. Og handan súkklubreytin - Gotlandsleden - er yvirhövur ikki liðug, ivaleyst ætlað, men als ikki gjörd.
Inni í hellinum í Lummelunda.
Í gjárkvöldið gistu vit í einum fongsli, tad var fongsul líka til 1990ini, og er nú vallaraheim. Matarsalurin var so sjáldsamt prýddur við postkortum, sum vóru málað á veggin, og rimar vóru fyri spegilin til at skapa ordiligan fongsulsdám.
No comments:
Post a Comment