Tað er ein kunstur at pakka kuffertið. Troyttandi at hava pakkað alt ov nógv, og eisini keðiligt at hava ov lítið. Summi rulla øll klæðini til pylsur, so at tey skula ikki rukkast.
Reyðar lissur til Emil og fløgan við søguni hjá Edvard Fuglø. Bókina um Prag, north face sandalirnar í einum plastikkposa.…skal eg taka ta morreyðu við? Nei, for sørin, tað man ikki vera neyðugt…ella? kanska um kvøldið, um vit sita uttanfyri. Vit vera ein dag í Kph., áðrenn vit flúgva víðari, skula vit so hava stivlar og regnklæði við?
Svimjidrakt…á harrajemini, har er hylur í húsinum, eg eigi tríggjar – allar fleiri nummur ov lítlar. Man ikki fara at pynta meg í Prag…skal eg ikki bara vera hjá børnunum, tað er so hugnaligt. Sólkeppin, gloym ikki hann. Lýsihylki og brufen….
Gleði meg at síggja Karlsbrúnna, til súkklutúr og til dýragarð við børnunum. Nei halt kipp, eg fari at leggja meg, pyjamasrutan í morgin.
No comments:
Post a Comment