Seinnapartin hoyrdi eg eitt viðtal við ein mann við titlinum samkomukveikjari, hann greiddi frá hvat tað var, og spurdur segði hann , at tað er tað sama sum trúboðari, men honum dámdi betur samkomukveikjari. Hmm, er hitt heitið ov kontroversielt, vil hann ikki fornerma fólk, ella vil hann ikki heisa reint flagg. Seinni í samrøðuni segði hann, at hann er eisini grafikari og ‘kallar’ seg grafikara – nokk heldur enn trúboðara. Men tað er kortini heilt hvør sítt. Landið, sum hann arbeiðir í er Italia. Italienarar vóru ivaleyst trúgvandi langt undan føroyingum, og pávin býr har, og kortini fara føroyingar at kveikja samkomur.
Eg undrist.
eg loyvi mær eisini at undrast, ikki um at ein grafikari kveikir kirkjur í kirkjulandinum, men um at tað skal vera so løgið ella mistonkiligt, at tú skrivar ein blogg um tað
ReplyDeleteTað, sum var løgið, var, at hann vildi ikki viðurkenna , at hann var trúboðari. Ein, sum vil byrja eina samkomu av øðrum slag enn tær, sum longu eru í landinum er vælsaktans trúboðari. Problemið er, at ein so hevur sagt, at tann katólska trúgvin er ikki nóg góð, nú skal boðast ein onnur versión.
ReplyDelete