Jul 12, 2012

Gotlendsk náttúra

Í Gotlandi eru nógvir stórir bóndagarðar og nógvir oyðigarðar. Tann serligi gotlendski seyðurin er allastaðni at síggja – tó altíð innistikaður.

Gotland 2012 261

Skógarvøkstur er nógvur og vegjaðarin er ein litføgur blómublonda. Gotland er kent fyri síni 33 sløg av orkidé ella børkubónda. Tíverri sóu vit ikki ein børkubónda, uttan á postkortum, og tað tykist mær løgið, vit skimaðust allatíðina, meðan vit súkklaðu og gingu eisini onkran túr til at leita eftir honum. Nógvar blómur eru tær somu sum okkara, men størri t.d. skøra og børkuvísa.

Gotland 2012 105

Gotland 2012 108

Gotland 2012 150

Gotland 2012 178

Gotland 2012 208

Gotland 2012 269

Nógv óluksáliga flott trø og nógv dømi um, at viður trýtur ikki, m.a. so øgiliga fín hegn av greinum og kvistum, sum eru samanbundin við plantum, hvør við einum toppi, sum so við tíðini gerst brúnur. Sera dekorativt. 

 

Gotland 2012 241

Stoltleiki svia, huldur í grasi.

Gotland 2012 255

Inga Rósa juli12 655

Ein stór kona, bóndi, greiddi okkum frá ‘gutamålet’, sum nú er ikki til longur, hon segði , at eyga æt ‘auga’ og ein ‘ein’, tað ljóðaði so heimkunnugt.

Gotland 2012 287

Gotland 2012 310

Gigastór hundalond.Inga Rósa juli12 657

Inga Rósa juli12 659

Sandstrond er í støðum og sandsteinsmyndir (rauker), sum síggja ævintýrligar út, nakað sum okkara klettar. Eitt, sum vit høvdu at finnast at, var skeltingin. Tað var ikki altíð so gangandi greitt, hvønn veg tú skuldi fara. Vit hugsaðu, at kanska tað var bannað at hava ov mong skelti, tí tað lýtir náttúruna. Súkklubreytin, gotlandsleden, er ikki ‘rein’ súkklubreyt í øllum støðum, men saman við bilveg í nógvum førum. Tó var eisini góð súkklubreyt á summum teinum.

Gotland 2012 151

Gotland 2012 157

No comments:

Post a Comment