Í Visby sóu vit fleiri eldri menn við hesum logo á blusuni. Teir greiddu frá, at ein skipan var galdandi í summum skúlum, at abbar og ommur hjálptu lærarunum í teimum yngstu flokkunum. Tað kundi vera bæði í tímunum og í fríkorterinum. At hava ein vaksnan persón afturat økir tryggleikan og fyribyrgir happing. Teir skúlar sum hava ommu og abba skipan hava betri úrslit. Skipanin minkar eisini ta gjógv, sum er millum ættarliðini, børnini kenna, at tey verða sædd, lærarin fær betri stundir til undirvísing. Eisini nýsvenskarar hava gleði av, at ommur og abbar eru í skúlanum, sum fyrimyndir og sum tryggleiki.
No comments:
Post a Comment