Vit fóru at hugsa um Guðrið Poulsen, tá ið vit sóu listaverkini hjá Mårten Medbo (f. 1964 í Stokkhólmi). Formar, sum líkjast onkrum organiskum, og havsins dýr. Kóparnir sóu akkurát út, sum teir vóru bleytir, kanska gjørdir av frotté, men teir vóru eins og hitt úr leiri. Sundurskornu svørtu stykkini líktust tvøsti, kanska er hettar ein viðmerking til kópaveiðu.
Tyra Lundgren (1897-1979) málaði mest sjálvsmyndir, sjálv segði hon, at tað var tí at so hevði hon altíð fyrimyndina tøka í speglinum, og henni dámdi at mála í frið og náðum. Tyra búði og málaði í París í 20unum og 30unum. Stundum verður hon kallað ‘hon við fuglunum’, tí at hon eisini gjørdi eina rúgvu av fuglum úr leiri. Teir vóru væl umtóktir, so hon tjenti pengar upp á tann mátan. Málarí og skulpturur eru sameind í teimum reliefftum , hon hevur gjørt. - eisaini sum prýðisuppgávur.
No comments:
Post a Comment