Apr 10, 2012

Versailles

Endiliga havi eg upplivað sólkongsins marglætisbústað uttan fyri París. Upplivilsi var eisini bíðirøðin á plássinum uttanfyri. Vit sungu, men fingu at vita, at tað var ikki lov! Stórt , gylt og reytt. Hvat hugsaðu slík fólk um seg sjálvi? Hvussu kann eitt menniskja biðja ein málara fyri og annan eftir mála seg: mála ein málning av mær, og eg skal hava laurberjakrans um høvdið, og tú kanst gott mála ein eingil ella tveir omanfyri høvdið á mær, eg veit…annar eingilin kann hevja laurberjakransin upp um høvdið á mær, ja! sum eina gloriu. Á sum eg eri vakur og deiligur!

Frankaríki 2012 279

Frankaríki 2012 281

Frankaríki 2012 284

Frankaríki 2012 297

Frankaríki 2012 299

Skápið er eitt smúkkuskrín.

Frankaríki 2012 301

Frankaríki 2012 302

At temja nattúruna.Frankaríki 2012 306

Frankaríki 2012 308

Frankaríki 2012 331

Ein framsýning var í løtuni um Napoleonskríggini, tað var væl at merkja málningar av krígnum, fyrr høvdu teir málarar við sær á valin, teir norsku kongarnir høvdu jú eisini skald og søguskrivarar við sær í kríggj. Har vóru málningar av bardaga, hestum og monnum særdum og deyðum, og allastaðni sást tú Napoleon sitandi høgt á sínum rossi, ósærdur og reinur og nossligur. Fleiri myndir vóru av slagnum við Austerlitz, sum var ein av teimum størstu sigrunum hjá Napoleon.

Colored painting showing Napoleon on a white horse and General Rapp galloping towards Napoleon to present the captured Austrian standards.

Slotsparkin í Versailles er gigastór, vit gingu nakað, men fingu skjótt nóg mikið. Søgan um Marie Antoinette er nakað fyri seg, og vit gingu til hennara slott og í hennara garð eisini.

No comments:

Post a Comment