Hvør kona eigur hvørjar skógvar? Ásvør, Bergljót S, Bergljót M, Sólrun, Brynhild, Randi, Gunnvør ??
Yvirlærarin gekk í brúnum skóm við tjúkkum sóla gerandisdagar, hann var ein sníkur, og tað hoyrdist ikki, tá ið hann kom fram á teg. Tá ið hann fór at skjóta harur, var hann i stimastivlum við longum leggi. Hesin umrøddi yvirlærarin er í søguni “Skógvar” eftir Karsten Hoydal. Skógvarnir umboða yvirvaldið, tað danska valdið í Føroyum. Kálvskinsskógvarnir og húðarskógvarnir eru føroyskir, sita væl á fótinum og hóska væl til føroyskt landslag. Eisini íslendskir skógvar eru í søguni, teir líkjast landnámsskóm og sita enn betur á fótinum og tað uttan tveingir. Eisini her er politiskur symbolikkur at hóma. Skógvar sum ímynd av tjóðskapi og stætti eru eisini í øðrum tekstum sum t.d. “Tú skalt hava virðing fyri einum gomlum skølingum” (Sjúrður Joensen) og “Tuflutos” (Hans A. Djurhuus).
Skógvar og føtur eru væl kendar ímyndir av kvinnu og seksualiteti, og seksualitetur verður ofta flættaður saman við synd, sum í ævintýrinum hjá HC Andersen “Teir reyðu skógvarnir”, har skógvarnir fáa gentuna at dansa, men forða henni at sleppa í kirkju. Og í ævintýrinum "Krákudóttir og kalsdóttir" er skógvurin høvuðsgrundin til, at gentan fær prinsin og at hin falska gentan fær sína revsing. Ein skógvur fullur av blóði - neyðtóku teir hana? ella hevði hon mánasjúkuna? Mamman hevði alla skyldina! Ella ein skógvur fullur av reyðum víni - sum í "Barbaru" eftri Jørgen Frantz Jacobsen, myndin er tann sama, Barbara bara nakað meiri sofistikerað enn Krákudóttir.
Oddvør Johansen hevur í søguni "Handilsgentan" eina lýsing av fótum, hosum og skóm, sum minnir nakað um Hans Andriasa tekst, føturnir verða personaliseraðir, handilsgentan forelskar seg í fótum, og tann ódámligi stjórin hevur hol á hosunum, báðum.
Besta dømi um skógvatekst er “Íslandsklokkan”, har tann danski landfútin er í “nýblankaðum stivlum av mjúkum, nýsmurdum leðri, við stivlakraga brettum niður um knøini, og gyltum sporum.” Jón Hreggviðson, sum fór heimanífrá í bøttum skóm, gongur stundum skóleysur, stundum í klássum og einaferð stjelur hann sær einar stivlar.
Fínt kvøld hjá Ásvør í kvøld. Myndirnar eru tiknar har.
No comments:
Post a Comment