Tíðarskeið: 12. – 23. september 2013/ Prísur: 8.790 kr (við einakamari)/ Fyriskiparar: Smyril Line í samstarvi við Herning Turisttraffik
Ferðin: Norrøna er eitt deiligt skip, har var alt í ordan, blíð fólk bæði í móttøku og matstovu. Vit vóru 48 fólk í ferðalagnum, nógv tilkomin og eldri, onkur yngri var eisini við. Umborð á Norrønu varð boðað til fundar fyri øllum luttakarum, vit vóru spent at fáa okkurt at vita um ferðina, men har var einki at fáa at vita. OK tað var eisini stuttligt at síggja, hvør annar var við, men fyriskiparin gjørdi einki fyri at miðla hesa kunning. Vit kundu t.d. havt presenterað okkum, ella fingið ein luttakaralista. Men hann segði einki, uttan at vit kundu fáa skránna, men hon varð send okkum, áðrenn vit fóru.
Tá ið vit komu til Hirtshals stóð bussur frá Herning Turisttraffik. Bussstjórin – Max – var serstakliga góður, vinarligur, tosaði týðiliga og ikki minst hevði tol við teimum, sum komu døllandi, hóast tey vistu, nær møtast skuldi. Tann langi busstúrurin tóktist als ikki so langur, ****** 6
Hotell: Vit búðu á tveimum hotellum, Mark Apart á Lietzenburger strasse og á Wyndham. Tað er óheppið , at bólkurin býr ikki saman. Okkara hotell hevði ikki setstovu ella hugnakrók, har bólkurin kundi hittast. Tá ið fólk kom heim, fór hvør til sítt. Kanska skipað kundi verið fyri fundum ella hugnaløtum – uttan at tað kortini bleiv til eina skúlafloksferð. Annars var hotellið fínt (bara vánaligur koddi), tað var sentralt og morgunmaturin góður ****4
Útferðir: Á skránni vóru fleiri túrar, og eg má siga, at tað sum valt var at vísa okkum var væl valt.
Gudstænastu í dómkirkjuni. Sera góð løta, alt var á týskum, so kanska onkur helt tað vera nakað keðiligt, men mær dámdi væl ****** 6
Hohenschønhausen (stasifongsul). Sera áhugavert, vit sóu fangaklivar, píningaramboð og vóru niðri í u-bátinum, sum er niðanjarðarklivar, sera óhugnaligt . Guidin var ein ung fronsk, hon tosaði týðiligt enskt. Vit vóru í tveimum bólkum, einum enskum og einum donskum, og hin bólkurin læt so sera væl at síni guide eisini. Nógvar av guidunum eru fyrrverandi fangar. ****** 6
Um kvøldið fyrsta dagin vóru vit í Teater Friedrichstadt. Tá ið eg sá, at teatur var á skránni, varð eg ordiliga spent. Men hasar barbiedukkuseriurnar gera tey betri í høllini á Hálsi, tá ið fimleikurin hevur framsýning. Húsið var flott, pallurin superflottur, snaripallur, sum kundi søkka undir gólvið. Salurin hevði ljóspanel og nógvar skíggjar, sum tendraðu og sløktu. Fult av barbiedukkum í næstan ongum, hvør við sínum Ken, sum var ílatin. Tað besta var akrobatikkparturin – og so sápubløðrurnar…ok eg rýmdi í hálvleikinum. * 1
Býarrundferð í bussi. Fínt hugskot, men hóast guidin visti nógv, so var hann so speiskur og háðandi í síni umtalu av fólki og politikki, at tað oyðilegði túrin. ** 2
Potsdam. Guidin Annette var fín, tosaði týðiliga. Ein vansi var, at vit alla tíðina fingu at vita, at nú mega vit skulnda okkum, her eru bara 5 minuttir, har fáa vit ikki tíð at hyggja osfr.**** 4
Sachsenhausen nazilega. Sera góð rundvísing hjá Annette, tó at vit eisini her høvdu ov lítla tíð, m.a. vóru vit á museum, sum bygdi á tekst og myndir fyri tað mesta og høvdu ikki tíð at lesa tekstin.***** 5
Túrur á Spree við báti. Tey, sum vóru við, lótu illa at matinum umborð, og tá ið myrkt var vorðið, var ikki nógv at síggja, * 1
Á skránni vóru tveir heilir og tveir hálvir frídagar, tað var fínt at hava stundir at fara hvør eftir sínum áhugamálum.
Samanumtikið ein fínur túrur, men Smyril Line kann gott vera meiri sjónligt á túrinum við samansjóðing og upplýsing, og onkur guide skuldi ikki verið biðin aftur.
No comments:
Post a Comment