May 8, 2026

Mads 80

 Mads og Anne Lise búðu á Solbakken í sjeytiárunum, og tað er haðani vit kennast. Tá høvdu vit børn, og nógv tíð varð brúkt á spæliplássi og í parkini. Nú hálva øld seinni er bólkurin tódnaður nakað, men enn er hugfarsligt at koma saman. 

sólbakkagongan fyrst í áttatiárunum

Mads er ein sjáldsama virkin eldri maður, hvønn dag sporar hann nógv túsund fet, hvørt summar fer hann til Íslands at fiska og ríða. Sum limur í manskórinum syngur hann hvørja viku og ferðast eisini við teimum. 

Mads og Anne Lise elskaðu at ferðast. Onkuntíð var eg við í ferðalagnum. Minniligir eru túrarnir í Marokko (2017) og Russlandtúrurin  í 2019. 

Mads er góður vertskapsmaður, hann er lív og sál í hvørjum balli, og hevur hann gittar við, er kvøldið bjargað. Eisini dansigólvinum er hann meistari, bæði í føroyskum og útlendskum dansi. Hann hevur verið berandi í Dansifrøi í mong ár.

Nú ið Mads var blivin einkjumaður, fann Jórunn uppá , at vit skuldu fara at spæla kort. Vit plagdu ofta at spæla whist fyrr. So tað gera vit nú, hittast eina ferð um mánaðin og spæla kort og práta, dagføra hvørt annað um, hvussu lívið fer við okkum. Eisin har er hann exseptionellur, hann telur allar litirnar á øllum fýra hondunum í senn - tak hann!
Tað vóru stórtíðindi, tá ið Mads herfyri kundi fortelja okkum, at nú hevði hann funnið eina hjartanskæra. Maria og Mads eru gott prógv um, at lívið hevur okkurt at bjóða eisini okkum gomlu.
Nú í nøkur ár hevur Mads verið sjálvboðin´í Reyða krossi, hann arbeiðir í klædnainnsavningini.



Hjartaliga til lukku kæri vinur!

 












T

No comments:

Post a Comment