Aug 6, 2011

Summarfrí

Henda summarferian hevur verið nokso aktiv. Tað er mest Frida Sofía, sum leggur ætlanir um at ferðast. Nú ið Michel er her eina viku, vil hon eisini fegin, at hann upplivir nakað av Føroyum. Vit fóru til Mykinesar mikudagin og gistu eina nátt. Veðrið var gott, og tey vóru úti í hólminum. Turið fór eisini við, men tað var hart fyri beinið, so hon vendi við, tá ið hon hvði sett fótin á hólmin. Eg var við hús við Magnu og Herbert. Tey vóru sum einglar at passa. Í gjár fór FS við familju til Gjáar í regninum. Í gjár vóru vit eisini í Skorti, tað er vorðin siðvenja, at omma fer í Skort við børnunum at keypa okkurt. Skortur er handilin hjá Biritu Krosssteig, har er ótrúliga nógv stuttligt at fáa. Louis er í tí makabra, hann samlar upp á óhugnalig høvd, Emil fekk ein stetson hat, Herbert var heilt avgjørdur , at hann vildi hava ein fíl, og Magna skuldi eisini hava ein fíl – hann hevur eina fílaperiodu. Madeleine fekk eina tiara, sum Turið vísir á myndini.  Nú styttist ferian, ein góð vika til skúlin byrjar aftur.

Mykines 007Mykines 011Mykines 012

Mykines 039

Mykines 048

Mykines 053

Mykines 075

Mykines 114

Mykines 134

Mykines 149

011013012

010

2 comments:

  1. Hey Bergljót!
    Eg flenni hvørjaferð eg síggi hasa myndina av Madeleine í grasinum, herligt!
    On a different note, eg kom í tankar um ein dagin, at eg sakni tíni bókstavarím, vónandi eru tey ikki tikin av skránni.
    Vit hoyrast!

    ReplyDelete
  2. Tú sigur nakað, hvønn bókstav var eg komin til? Gud viti...
    Ja, Madeleine er ein fitt poserandi primadonna

    ReplyDelete