Aug 24, 2011

Ráðstevnan liðug

Dagurin í dag var eisini góður. Størsta upplivilsi var at hoyra Carol Benson. Tað hoyrdist , at hon brennir fyri sínum faki, sum er, at promovera móðurmál víða um. Hon greiddi frá arbeiði við tvímæltum og fleirmæltum skúlum í Mozambique, Bolivia og aðrastaðni. Og hon livir tað, hon prædikar, hon dugir nógv mál og hevur lært seg mál í teimum londum ,har hon hevur arbeitt. Í nógvum londum ynskir landið einmæli, til at skapa eind millum øll fólk. Hetta virkar bara ikki so, tvørturímóti, tí tað er kúgandi og skapar illvilja. Bolivia og Baskaraland blivu nevnd sum væleydnað arbeiði við fleirmæli. Undirvísingin fer fram á fleiri málum, bæði móðurmáli og tí almenna málinum í landinum.

untitled

Seinnapartin var eg í skeivum sali, fyrilestrar vóru bæði í høllini og í skálanum. Tað var ein kiksari, at eg var í Skálanum, eg hevði ikki lisið skránna nóg væl. Malan Marnersdóttir hevði ein fyrilestur, men hann var um týðingar av William Heinesens bókum, og tað havi eg sjálv undirvíst í.

Í kvøld var døgurði á Hafnia, fyriskipararnir eiga rós uppiborið fyri alla ráðstevnuna. Tær høvdu biðið Riu Torgarð ført fram sína egnu útgávu av Føroyingasøgu...ótrúliga stuttligt. Og Frískúlin í Havn sang. Børnini sungu á føroyskum, donskum, enskum, hebraiskum og latíni. Og Eiri skipaði Herr Sinklar. Øll fóru uppí, og tað var fínt.

1 comment:

  1. Takk fyri hatta mamma, handan radstevnan ljodadi otruliga spennandi!!

    ReplyDelete