Tað er okkurt við ásettum fløskum, sum biður teg drekka seg. DREKK MEG siga tær, sum í LISU í Leikalandi. Tí tær spillast, dovna og oyðileggjast av at bara standa. Hvat er so at gera, tá ið summargestir keypa tollfrítt kaffilikør, cointreux, ella cognac ella baileys ? Ja, tú mást sjálvandi drekka tað, ja ella stoyta tað í vaskið. Men tað er nú ov nógv fyri eller hur? Tú kanst eisini bera tær til fólk – kanska fleiri í tali, sum fegin vilja hava upp í munnin. Ja – tað virkar…: tær ásettu fløskurnar verða uppi
Well, annars havi eg verið úti og gingið í fjøllunum í dag. Ein frálíkur túrur, onkur segði vit gingu 13 km. , onkur annar vildi vera við, at tað vóru 15, whatever… vit gingu av Tungulíðfjalli og suðuryvir. Til Velbastaðar. Men eg fekk nokso ilt í knæið móti endanum, kanska var hetta mín síðsta gonguferð á fjøllunum saman við starvsfeløgum? Tey eru so “fit” , renna maraton, og eg veit ikki hvat, tey eru eisini fitt, eru klár at ringja til bóndan á Velbastað, um tú kemur ikki fram. OK næstu ferð eri eg kanska bara við til drukk aftaná – so taki eg nakrar ásettar fløskur við.
No comments:
Post a Comment