Havi kent Elmu, síðani tíðina á Sólbakkanum í sjeytiárunum. Elma búði á 5. hædd við síni familju og eg búði á 6. hædd í somu uppgongd. Vit sóust dagliga, arbeiddu báðar á Carlsberg, tó nokk ikki samstundis. Børnini – tá vóru tað Katrin og Dóra - spældu saman. Eina ferð fóru eg og Elma til Mallorca, bara vit báðar, ótrúligt at hugsa um nú, páparnir skuldu so hava børnini ta vikuna. Tað var ein fínur túrur, so vítt eg minnist.
Nú hevur Elma funnið sær lívsfelaga av nýggjum. Vígslan var í Ebenezer í dag, sangkórið sang so vakurt, og Elma og Jan vóru so pen og glað.
No comments:
Post a Comment