í dag hava vit spælt inni, Turið ommudidd vitjaði. Og Herbert og diddan hava vitjað ommuna á Argjum. Hallur hevur sett fleiri ræsur inn í internetradioið, so nú fari eg at læra meg franskt. :) Og so var framsýning í kvøldskúlanum, har eru 2.500 næmingar, so tað er størsti skúli í landinum. Og nógv flott var at síggja. Mín fysta hespa var har sum ein tunika, og Olna hevði fleiru myndir við. Jógvan Arge setti framsýningina, og kór sang.
Í kvøld eru Turið og Hallur farin í brúdleyp, so vit trý hugna okkum inni.
No comments:
Post a Comment