Apr 10, 2011
Sól á hellu á Suðuroyarveg.
Nú er lýkka komin í luftina. Her er friðarligt í Eiriksgøtu, Inga Rósa ruddar í køkinum, eg gangi og mali á Facebook. Skuldi farið út at gingið...ok kanska seinni, fyrst ein kaffi munn. Stílarnir liggja frammi.
Nú eru teir komnir niður á hellu, haldi eg, á Suðuroyarveg, tað er gott at byggja á hellu, men tað er nokk eisini gott at spreingja helluna burtur. Húsini í Eiriksgøtu eru bygd á hellu, og tað ger, at kjallarin er fullur av hellu, ella rættari hevur ikki fulla hædd. Mangan havi eg ilskast inn á teir, sum bygdu ommu hús í 50unum, at teir ikki tímdu at spreingja, men kanska hevði hon ikki ráð, kanska høvdu teir ikki so góð amboð og spreingievni tøk, hvat veit eg.
Útvarpið visti í morgun at siga frá skotríðum á Argjum, tað er so óhugnaligt, at fólk kunna koma so langt út. Tíbetur var eingin fólkaskaði - also fysiskur.
Gud viti, hvussu tað verður við hasi samgonguni hjá Kaj Leo. Kári á Rógvu var skilagóður í sjónvarpinum í fyrrakvøldið, Jenis er ikki stuttligur at hava við.
Nú gleði eg meg bara til at fáa fólkið heim á páskum. Ná kaffi...hm...ganga....
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment