Nú verður spennandi í morgin. Í dag hevur Turið bakað og gjørt mat til dópsveitsluna í morgin. Fyrrapartin vóru vit ein túr í plantasjuni og heim aftur gjøgnum býin. Seinnapartin vóru vit í føðingardegi hjá Bjørt, hon er nú eitt ár og dugir at ganga. Har var nógv fólk, m.a. hittu vit Hossein, sum er komin ein túr til Føroya. Tað er so deiligt at hava fólk í húsinum. Í kvøld hava tey spælt Lad millionerne rulle, eitt spæl, har tann vinnur, sum fyrst hevur brúkt allar sínar pengar.
No comments:
Post a Comment