Um tú vart spurd, hvat tú heldur vildi fingið eina milliard ella verið í eini stórari vanlukku og smuldrað teg sundur, so hevði ikki verið torført at valt. Men um vit so kannaðu 20 ár seinni, hvør av hesumbáðum var luykkuligari, hevði meiri innihaldi í sínum lívi ella fleiri vinir, so er ikki vist ,at svarið var so einfalt. Í dag var tann stóri dagurin. Enn einaferð fekk Mammon toyggið, tað var Heri prestur. Hann tosaði eisini um, hvussu stórur munur er á langafríggjadegi í dag, og tá ið hann var barn í Svínoy. Alt var strangliga bannað uttan at anda. Mær dámdi væl prædikuna.
Diddan eitur nú Magna, Magnus var heilt errin og rørdur. Vit hava havt ein deiliga dag, døgurða við familju, oog súpan og kakur við familju og vinum. Alt gekk fyri seg í Hornahúsunum. Magna var so still og rólig, Herbert svav, meðan vit ótu døgurða og spældi saman við øðrum seinnapartin.
No comments:
Post a Comment