Tað bleiv seint í gjárkvøldið, áðrenn Herbert sovnaði, og so svav hann heldur ikki væl. So í morgun var hann ikki væl fyri, oman á alt datt hann úr seingini á gólvið og fekk ilt í armin. Hann er ikki vanur at sova í song við ongum seingjarhesti.
Áðrenn hini vóru uppi, høvdu Herbert og eg bakað pannukakur og verið ein lítlan túr. Hugsaði at síggja dunnur í kirkjudamminum, men nei har var eingin dunna. Á middegi fóru vit til Ásu at eta døgurða, so har bleiv diddan skoðað av langommu, abba og abbasystrum.
Tað haldi eg! Minus at detta úr songini, sum jú ongantíð er serliga festligt, so ljóðar hetta sum ein super páskaferia! :)
ReplyDelete