Í dag var framsýning á Skálatrøð, Pauli NIelsen segði nøkur orð um listamannin Palle Nielsen. Myndirnar hava hingið úti á lærararskúlanum til einaferð í 80unum, síðani ligið í goymslu, og nú er ætlanin at fáa tær upp aftur at hanga.
Pauli greiddi frá, at Palle Nielsen var reklamuteknari, men fór so á Kunstakademiið at læra hjá Axel Jørgensen, og varð seinni professari har. Listamaðurin er sera kendur, og myndarøðin henda er ein gáva til Føroya læraraskúla frá Statens kunstfond. Myndirnar eru sera daprar og merktar av tíðarinnar ráðaloysi og fjøtrum. Listamaðurin kallaði seg sjálvan INDIGNATIÓNSPESSIMIST.
Vit vóru eisini á verkstaðnum og hugdu, har var spennandi at síggja, hvussu steinar verða nýttir í listarligu tilgongdini.
No comments:
Post a Comment