Sep 19, 2013

Berlin ...hósdag

Potsdam er býur konga og fúrsta. Hagar fóru vit í morgun. Guide var Annette, sum hevur búð í Berlin síðani 1977. Hetta økið í útjaðaranum á Berlin var spæliplássið hjá teimum ríku. Her vóru marlætisbústaðir og veiðiskógur.
Vit koyrdu fram við Wannsee, har avgerðin um Endløsung varð tikin og yvir um brúnna, har njósnarar vóru umbýttir í kalda krígnum. Við Wannsee halda berlinarar í dag frí og svimja og sóla sær á gjørdari strond.

Vit sóu slottið har krígsvinnararnir sótu og fundaðust og býttu Berlin ímillum sín.
Vit hoyrdu um soldátarkongin, sum gjørdi Potsdam til garnisonbý, og sum var so strangur við sonin. Sonurin, Fríðrikur annar, vildi sleppa undan at verða kongur og ætlaði at flýggja einaferð, teir vóru á ferð í Hollandi, men pápin fangaði hann og sperraði hann inni. Seinni gjørdist hann kongur og bygdi slottið Sans, Souci. Hann liggur grivin í slotstúninnum saman við sínum mongu hundum, og á grøvini liggja ikki blómur, men epli, tí at hann lærdi fólkið at eta epli.




So fór eg at keypa tinganest, eg fór í C&A, altíð tá ið eg síggi tann handilin, minist eg at ta ferðina, eg og Hans Marius vóru túr í Liége við FS, tað hevur verið í 2002 ella 2003, vit fóru inn, og eg vildi keypa Hans Mariusi troyggju. Hann segði nei tvætl, einki býtt nú, eg eigi troyggju, men FS hjálpti mær at yvirtala hann og fáa hann at passa troyggjur, og vit fóru út aftur við tveimum troyggjum. Nei, Hans Marius keypti ikki óneyðug klæði.
Eg kom aftur til hotellið tíðliga seinnapartin. Tá fór eg inn í Kaiser-Wilhelm-Gedãchtnis-Kirche, sum er ein nýggj kirkja bygd undir liðini á eini kirkjuleivd sum stendur sundurbombað at tendra eitt ljós fyri Hans Mariusi, nú ið hann var mær so nær. Meðan eg sat har, fór eitt kór at syngja, og skjótt hoyrdi eg, at tey vóru svensk. Í skránni sá eg, at tey vóru úr Høgalidskirkju í Stockholm og skuldu hava konsert sunnudagin.


No comments:

Post a Comment