Hotellið í Flensburg var nýtt og stórt og flott, fríggjakvøldið ótu vit øll døgurða saman, tað var fyrstu ferð á túrinum, ja also saman, vit sótu vit eini fýra borð.
Leygarmorgun kl. 8 løgdu vit brots norðureftir, alt gekk væl, bussførarin Max var frálíkur, koyrdi væl, fryntligur og hjálpsamur og fram um alt tolin, eisini tá ið fólk komu døllandi, hóast tey fingu greitt at vita, nær tey skuldu møta.
Á vegnum hildu vit morgunmatarsteðg og eg bað um bøfsandwich, hon var milt sagt merkilig, tann sandwichin, stórur sesambolli og ein hálvur litur av sós, ná eg gróv búffin fram og át hann.
Morgunmatarborðið umborð er superleskiligt, eg fekk mær einaferð Norrøna buffet, og einaferð dagsins rætt, bøbb bøbb, men morgunmaturin er super!
Tað var løgið at forsova seg umborð á Norrønu, ein ung genta stakk høvdið inn kl. 5 og spurdi, um eg skuldi ikki av í Havn, hon segði, at skiparin hevði purrað út, eg havi sovið nakað fast, men eg slapp so frá at standa og skotrast framman fyri landganginum.
Deiligt at vera heima, fór beint út at heilsa uppá børnini.
No comments:
Post a Comment