Havi ikki hoyrt um hetta fyrr enn, nú ið Annelisa segði mær frá tí. Tað hava verið framløgur fýra ella fimm ferðir. Henda framløgan var í Østrøm.
Framløguhátturin er japansk uppfinning, ella hon er uppfunnin í Japan. Navnið merkir smáprát. Tað var sera stuttligt at uppliva henda modernaða ungdómsliga framløguformin, skjótt , skjótt, skunda tær víðari, 20 myndir, 20 sekund til hvørja, zapp, zapp. Nú ljóði eg so negativ, men mær dámar væl, at tað gongur skjótt,, tann sum vil, kann sjálv fara at kanna málið nærri.
Áhoyraraplássini vóru full, meðalaldurin var lágur – í mun til tú upplivir til fyrilestrar í t.d. Norrøna felagnum ella Dansifelagnum í Havn. Men vit – við kelinavninum silvurmafian – vóru eisini upp á pláss. Mær dámdi allarbest framløguna hjá Eileri um gamlar føroyskar lýsingar, deiligt at flenna.. Framløgurnar um pílagrímsferð, Berlin og filmin Vetrarmorgun vóru eisini fínar.
No comments:
Post a Comment