Fyrst ätlaði eg at leiga eina súkklu her við síðuna av, men hann skuldi hava 50 ev. í depositum og tók ikki kort...it happens! Og so regnaði tað í dag ...it happens!
Ná, eg keypti so eina paraply og royndi meg aftur við U-Bahn og Bussi. Men tá ið u banin er avkvettur vegna bygging er ikki so lätt.
Í Deutsche bank Unter den Linden 15 er ein listasalur - Deutsche Bank KunstHalle. Og hagar gekk leiðin. Sýningin var verk hjá 4 konum, Jeanne Mammen (1890-1976) var samtíðarfólk hjá Käthe Kollwitz, eins og hon illa lýdd av nasistum, og eins og hon publiseraði hon í tídarritinum "Simplissimus". Hinar tríggjar eru ungar berlinara listakvinnur: Antje Majewski (f.1968), Katrin Plavcaks (f.1970) og Giovanna Sarti (f.1967). Samansetingin vísir, hvussu aktuell ella tíðarleys listin hjá Jeanne Mammen er. Mær dámdi best Katrinsa myndir, m.a. Wickileaks og Whistleblower, politiskar viðmerkingar.
So fór eg malandi eftir Friedrichsstrasse í regninum, kom til Humboldt universitetið og hugdi at minnisvarðanum um bókabrenningina, har sum tey brenna bökur, brenna tey til endan menniskju (Heine).
Í kvöld havi eg verið til sjónleik í Theater am Kurfürstendamm, eg skilti tað mesta, sum sagt var, men leikurin var ikki so stuttligur, sjálvt um hann var ein Komödie.
No comments:
Post a Comment