Sep 4, 2013

tjodveldi við ongum eddi

Og við ongum ó skuldi ein kanska sagt.

At skrivað tjóðveldi við ongum eddi ger hugtakið so breitt sum til ber. Mállærufrágreiðingin minnir sera nógv um frágreiðingina, tú brúkar í enskari mállæru, tá ið talan er um hugtøk sum ‘nature’, ‘life’ ella ‘death’. Um tú brúkar orðið í bundnum formi, meinar tú eina ávísa náttúru sum í “The nature of the Faroes”, also ein avmarking. Eg las í morgun á einum húsum á Dalavegnum ‘Lýðveldið Ísland’  skrivað við eddi. Merkingin er landið ella ríkið Ísland. Og ‘Tjóðveldið Føroyar’ er avmarkað til okkara land.

untitled

Floksnavnið hjá tjóðveldisflokkinum, tjóðveldi leggur dent á hugsjónina í breiðari merking, ein stýrisform. Um tú sigur: vit vilja hava rættvísi, demokrati ella javnrætt, so nýtir tú eisini tann óbundna formin, ta breiðu merkingina.

Ein stuttlig roynd er at seta kelinavnið Sambandið inn í staðin, um nú sambandsflokkurin skuldi skift navn til Samband/ Sambandið, so gjørdist munurin eyðsýndur. Tann óbundni formurin kundi verið samband við øll møgulig, men tann bundni hevði ivaleyst verið da-fø sambandið…nei eg veit ikki, tulking ger seg eisini galdandi ikki bara mállæra

No comments:

Post a Comment