Gudstänastan í dag var ein temagudstänasta um Hugo Distler (1908-1942), organist í dómkirkjuni. Hann var komponistur og kom í kikaran hjá nasistum. Hann royndi at gera kompromis, og hann royndi at sleppa undan hertänastu. At enda tók hann lívið av sär fyri at sleppa undan, sum hann sjálvur segði at skjóta nakran - ein sunnudag eftir gudstänastuna. Distler byrjaði dreingjakór í dómkirkjuni sama ár sum hann doyði - vit hoyrdu dreingkakórið syngja lög hjá Distler.
Ein sera hugtakandi löta í dómkirkjuni í Berlin.
Kúlumerkini eru sjónsk í kirkjusúlunum.
Tá ið vit hövdu etið, cuurywurst mit Kartoffeln, fóru vit í Hohenschönhausen - stasi fongslið. Og tað er ikki fyri veikar sálir. Vit hövdu eina fína guide, ung fronsk genta, sum tosaði týðiligt enskt.
Ferðin vid Smyril Line hevur higartil verið fín fín, Gott hotell og alt tað.
No comments:
Post a Comment