Endiliga fekk eg upp í lag at lesa hesa bókin. Eg havi fyrr lisið Tá ið eg tosi um at renna í týðing eftir Paula Nielsen. Japanarin Haruki Murakami var á hvørjum munni fyri nøkrum árum síðani, og eg hugsaði eg, hann má eg lesa, hann er so kendur. Soleiðis hevur ommusonurin nokk eisini hugsað, tí í 2018 fekk eg hana í jólagávu frá Louis.
Murakami er umsettur til eini 40 mál, og hevur fingið nógvar virðislønir. Hann er føddur í 1949, so vit eru javngomul. Og umhvørvið hann skrivar um er studentaumhvørvið í Tokyo, tá ið hann var 18-19 ár. Høvuðspersónurin Toru Watanabe býr í studentabústað, hann er á tveymanskamari saman við "Storm Trooper". Tað hendir sera lítið í hesum umhvørvi, hann fer til tímar á universitetinum, vit hoyra einki um undirvísingina. Hann fer í býin, oftast saman við konufólkarevinum Nagasawa. Hann gongur á barrir, tað tykist sum hann drekkur sera nógv, umleið hvørt vikuskifti pluss tað leysa.
Nagasawa er ríkur, hann er nihilistur, hann er forlovaður, men trolar eftir øðrum og fer í song við øðrum alla tíðina. Totalt uttan moral, og hann útvegar Toru gentur eisini.
Men tað sum bókin snýr seg um er Torusa samband við gentur, Naoko, Midori, Reiko, og hansara kynslív. Fyrst av øllum við Naoko, teirra samband byggir á vinarlag teirra við Kizuki, sum var sjeikurin hjá Naoko. Men hann er deyður. Hann tók lívið av sær, og tað er torført hjá teimum at koma til sættis við. Sjálvmorðstøl í Japan eru serstakliga høg, og bókin hevur fleiri dømi um sjálvmorð.
Naoko fer á eitt sanatorium fyri sálarsjúk, har hon býr saman við Reiko, næstan sum í klostri. Tá ið Toru fer at vitja Naoko, vitjar hann báðar og fær eitt sera tætt samband við báðar, intellektuelt fyrst og fremst, tað eru avbjóðingar við sex, so tað verður sum oftast til hond- ella munnarbeiði
Heitið Norwegian Wood er sera fangandi hjá okkum, sum elska Beatles. Tað er Reiko, sum spælir sangin fyri Naoko. Sangurin endar á gátuføran kanska óhugnaligan hátt.
Men teksturin er so glíðand vakur (á enskum), vil serliga nevna lýsingarnar av náttúruni, tá ið Toru fer at vitja Noko. Sanatoriið er langt frá alfarveg, hugsi hann hevur gott áræði at fara við toki, bussi og til gongu við ryggsekki.
Eg veit ikki, eg havi kaska ikki skilt boðskapin ella skriviháttin ella okkurt, men eg dugi ikki at síggja, hví hetta er blivið ein slít kulkbók. Kanska vissi eg hevði lisið hana í 1987, tá ið hon kom út.
No comments:
Post a Comment