Aug 3, 2022

Ólavsøkan 2022

 Vit byrjaðu ólavsøkuna 27. juli við PRIDE. Ein so sera hugnalig løta á Vaglinum. Elisa Vang helt eina fína talu, hon er ein festlig dama, tað vita øll. Og um kvøldið var eg í føðingardag hjá einari góðari vinkonu, saman við barndómsvinkonuni Elisabeth. Her eru vit avmyndaðar í Vágsbotni beint fyri ólavsøku.

Middagssangur v. Jensinu






Pride 2022
barndámsvinkur



Onkur nýggj tiltøk eru, t.d. hevur Jensina funnið uppá middagssangin í Vágsbotni. Eitt so frálíkt hugskot. Nógv fólk vóru komin saman at syngja saman við børnum. Eitt annað nýtt er, at ískiosk er komin, beint uppi yvir Sirkusi. Sum sæst á bíðirøðini á myndini var ísurin sera vinsælur.

So var tað skrúðgongan og setanin. Magna gekk saman við fimleikafelagnum Ljósinum.


Madeleine

Aftaná setanina fóru vit niðan til FS, har hon og Turið bjóðaðu coctails, ein deilig familjuløta.







Eitt annað stuttligt, sum var fyrstu ferð í ár, var yrkingaspákið. Rithøvundafelagið skipaði fyri, vit byrjaðu í Boysens garði, gingu so niðan á Tinghúsvegin, nonnuskúlan, viðarlundina og Hans Andriasar hús. Tveir yrkjarar lósu upp á hvørjum stað. Veðrið var til vildar ta løtuna, so tað var fínt.




Og so var eg í Mullers pakkhúsi, har heimavirki hevði søluframsýning, og í Perluni, har Jógvan Glerfoss hevði framsýning. Ein deilig ólavsøka


No comments:

Post a Comment