Aug 21, 2022

Oberammergau - Líðingarleikurin 2022

Myndin er tikin av svalanum á gistingarhúsinum í Oberammergau, sum liggur suður ímóti eysturríkska markinum

 Vit kannaðu, hvat navnið á hesum suðurtýska býi merkir: ovara spurvaøki. 

Nú varð tað endiliga veruleiki! Ferðin var bíløgd og goldin fyri tveimum árum síðani. Atgongumerki til sjónleikin í Oberammergau vóru keypt, men alt varð avlýst í tvey ár.

Ferðalagið var 43  fólk undir kønari leiðslu hjá Marjun Lómaklett presti. Marjun er norðingur og hevur virkað sum prestur har. So tað vóru sera nógvir norðingar við, summi búgva aðrastaðni í Føroyum, men eru norðingar innast inni.  Hjá málfólki var tað eitt eykabonus at sleppa at hoyra so nógva ektaða dialekt. Vit vóru burtur 6 dagar. Vit koyrdu 3600 km, so kann ein og hvør siga sær sjálvari, at bussurin var okkara annað heim hesar dagar. Bussurin var frá UNITAS rejser, og bilstjórin Allan var sera góður og fyrikomandi, og so virkaði hann eisini sum guide av og á. Men tað var Marjun, sum segði okkum frá Luther, og tað var Marjun, sum hevði andakt hvønn morgun. Hon var sera væl fyrireikað, hevði skrivað sær ein fyrilestur um hvørt áhugapláss. 

Vit gistu á nýggjum stað hvørt kvøld: Vejle, Nørdlingen, Oberammergau, Eisenach, Wittenberg, Hamburg.

Endastøðin og høvuðsmálið á túrinum var leikurin um líðingarsøgu Krists, Passions Spiele, sum verður spældur 10. hvørt ár í Oberammergau i Bayern.  Eitt sera flott og stórt sjónleikarhús, áskoðarapláss til 5000 undir taki og ein stórur pallur, partvíst undir opnum himni. Stór orkesturgrøv til orkestur. 

Tað mest hóskandi orðið um leikin er kanska stórsligið, hann var stórsligin ella stórfingin. Fleiri hundrað leikarar, sangarar og tónleikarar í samspæli. Teksturin heldur seg tætt at bíbliutekstinum, búnarnir vóru miðaldarligir - tey hava spælt henda leikin síðani 1634, so okkurt er sjálvsagt broytt. Men teksturin, tey brúka nú, er frá 1850, og eingin kollveltandi nýtulking hómaðist. Sera realistiskt spælt, t.d. var livandi seyður og dúgvur og onnur djór við á marknaðinum í templinum. Og písking og krossfesting var sera grafiskt lýst og ikki fyri sartar sálir. Av tí sama bar væl til at fylgja við í søgugongdini hjá okkum sum eru von við bíbliusøgurnar.

Sjálvandi er tað ikki loyvt at taka myndir, hesar báðar myndirnar, av seinastu kvøldmáltíðini og tá ið Jesus kemur til Jerusalem, eru úr einum bóklingi.


 

Leikurin var trítráðaður, skift varð millum sang-tónleik (bæði kór og solo), leik og still myndir, tableaux úr gamla testamenti, t.d. gullkálvssøgan, Dánjal í leyvuhellinum. Hesi tableaux vóru gjørd við leikarum, sum vóru uppstillaðir og so stóðu, sótu, lógu pinnastillir. Eg helt fyrst, at tað vóru útskornar myndir, tí har á leiðini eru tey serfrøðingar í at telgja myndir.

Leikurin tók 5 tímar, vit fóru heim á hotellið til døgurða í steðginum. Eg hevði sagt ósatt, um eg segði, at leikurin var ikki langdrigin, seinur. Kanska áskoðari, sum er von ið skjóta filmsklipping og skjótt internet er vána áskoðari í hesum føri.


Marjun og eg, sita á triðfremsta rað í tí stóra sjónleikarhúsinum.

Líðingarleikurin er sera týdningarmikil í býnum Oberammergau. Tey venja í tvey ár hvørja ferð, fleiri túsund eru við í framleiðsluni hvørja ferð. Um tú skalt spæla við, skalt tú verða fødd í Oberammergau ella hava búð har 20 ár. 450 børn eru við í leikinum, tað verður hildið vera heiður at vera við. Tey spæla 5 ferðir um vikuna í 5 mánaðir.

Systramáltíð áðrenn leikin

Stórt modell av tornakrúnuni

Ferðavinnan er sera tengd at Passions Spiele, har á leið eru tey flestu katolikkar, og krusifix og halgimannamyndir eru sera vanligar. Sum lutheranari fekk mann eitt sindur nokk av krossfesting og deyða. At maturin verður lýstur við permumynd av krossfesta Kristi er í mínari verð ikki so matligt.


matarlepi 

Bygningurin sum er klæddur við hvítum klædnapløggum er eitt býarsavn í Oberammergau, sum m.a. hevur lutir og klæði og frásagnir frá Passions Spiele gjøgnum tíðirnar.

Ein sera áhugaverd uppliving saman við vitandi mentaðum fólki. Takk Marjun og takk tit øll. Ein bloggur kemur afturat



1 comment:

  1. Eg var har við Mouritsen ektaparinum fyri umleið 12 árum síðani. Gott at lesa hetta og minnast aftur á.

    ReplyDelete