Jul 4, 2022

Ísland - 6

Kirkjur

Kirkjan á Hrafnsnesi hevði hesar petroleumslampurnar, sum beinanvegin minna á tær aldargomlu lampurnar í Dals kirkju, sum tó eru gjørdar til el-lampur.




Neskirkja er beint við hjá Ingu Rósu. so tað var so líkatil, at vit fóru í kirkju sunnudagin, áðrenn vit fóru heim. Neskirkja er friðað uttan, hon er eftir Ágúst Pálsson og er frá 1957. Prestur var Skúli Sigurður Ólafsson. Prædikan var góð, faklig og modernað. Hann hevði einki handrit, brúkti ikki prædikustólim, men hevði gott samband við áhoyrarnar. Byrjaði við egnari uppliving í Svøríki um orðið vápnahús, fór longur til Nóa ørk, kirkjuskipið og kvøldveitsluna, har nógv vóru boðin og ikki komu. Sera viðkomandi, tí í kirkjuni vóru 17 fólk, hon tók eini 300. Urguspælarin var í feriu, so prestur sang sjálvur fyri a capella.

Skúli Sigurður Ólafsson

Hallgrímskirkjan er altíð eina vitjan verd, og henda dagin var serlig samhugaframsýning framman fyri altarið.


List

Vit vitjaðu nakrar framsýningar. Fyrst er at nevna Kjarvalsstaðir. Har vóru tvær sýningar : Andlit úr skýum eftir Kjarval og Spor og thræðrir við ymsum listafólkum. Hetta seinna vóru seymaðar og broderaðar myndir. Sersakliga merkiligt og originalt var verkið Munnthurkusafn. Tað vóru broderaðir serviettar, also brúktir skitnir serviettar, sum broderí. Ja ikki sjálvur servietturin, listarfólkið hevði boðið fólkið til døgurða og samlaði serviettarnar saman aftaná til tess at brúka sum motiv í verkinum.

Serviettasavnið eftir Annu Andreu Winther





Loji Høskuldsson











Kjarval: Seyðabóndin



Í Neskirkju var ein framsýning við málningum hjá Thrándi Thórarinsson. Hansara motiv var Hólavallakirkjugarður, tann gamli kirkjugarðurin í Reykjavík. Minti eitt sindur um Spoon River Anthology. Tey deyðu sita á síni egnu grøv og práta. Tann fyrst jarðaði í kirkjugarðinum tekur íóti teimum, sum koma seinni. Bókmentatilsipingar vóru eisini, persónar hjá Laxness vóru í kirkjugarðinum. Vit fóru so aftaná ein túr í kirkjugarðin sjálvan.








Søvn

Tætt við  Hólmavík var eitt seyðamuseum, stuttligt hugskot. Ikki so forkunnugt hjá okkum, sum vit nógv um seyð frammanundan.




Og í  Hólmavík er eitt gandamuseum, har fært tú innlit í fólksliga trúgv og pátrúgv. Nógv um gandakallar, sum blivu brendir á báli og annað óhugnaligt.



Í Simbahøll  á Thingeyri var framsýning hjá  Guðbjørg Lind Jónsdóttir. Tað vóru kakuformar, sum hingu á bróstinum.

Á Mokka á Skólavørðustíg var sýning hjá Jóni Magnússon.


Hetta var ein partur av Íslandsferðini við TOYOTA RAV4 4x4 - Hybrid- 2022


No comments:

Post a Comment