Tá ið vit fóru úr Ísafirði á Skutulsfirði, vóru hesir firðir eftir at vitja: Áftafjørður, Seyðisfjørður, Hestfjørður, Skøtufjørður, Mjóifjørður, Ísafjørður, Steingrímsfjørður.
18. juni er føðingardagur Ingu Rósu, og Jóna og Dommi høvdu ikki gloymt hana, men góvu bæði klemm og gávu. Og Turið bjóðaði døgurða um kvøldið í Heydali. Vit vitjaðu kaffihúsið Lítlabæ í Skøtufirði, so sera hugnaligt í gomlum sethúsum, vanlig stova og vanligur køkur, so autentiskt. Vit fantaseraðu um, at slíkt kundi verið í Hoygarðinum við Gjógv ella í Putlhúsi í Dali.
Heydalur var eitt tað besta gististaðið á øllum túrinum, har var eingin bygd, men ein stórur garður, sum var gjørdur til gistingarhús. Matstova og móttøka var í hoyggjhúsinum, og kømur vóru ymsastaðni, ivaleyst bygd afturat. Svimjihylur var í einum vakstrarhúsið og heitir pottar uttanfyri. Og dalurin var so vakur, áin Heydalsá var so stór og frísklig. Vit gingu túr inn í Dalin, tað var kalt. Vit vóru 2 nætur í Heydali, síðan gekk leiðin yvir Steingrímsfjarðarheiði til Guðný á Drangsnesi.
No comments:
Post a Comment