Tað er 8. ferð, at Anna og Herleif skipa fyri túri. Eg havi verið við nakrar ferðir. Hesa ferð gekk leiðin til Limerick í Vesturírlandi. Vit fóru hósdag tíðliga á morgni og komu aftur týsnátt. Ein spennandi skrá var løgd: Vit búðu í Limerick, og mín fyrsti túrur var Angela's Ashes býtúrur, og á hotel Savoy var skipað fyri fínum døgurða tað fyrsta kvøldið. Vit vitjaðu Cork og Galway, sigldu á Shannon og vitjaðu Inis Oirr, tað er tann minsta av Aranoyggjunum, og tann sum er næst landi. Eitt, sum 4 av okkum fóru til, var stand-up í Bell Table sjónleikarhúsinum.
 |
Frank McCourt (1930-2009) |
Høvundurin, og høvuðspersónurin Frank, búði í Limerick, familjan var fátæk, og bókin Angela's Ashes sigur frá hansara uppvøkstri. Ferðaleiðarin dugdi bókina og filmin uttanat, hann greiddi frá, hvar Frank hevði búð, hvar hann hevði gingið í kirkju og hvar pápi hansara hevði arbeitt. Men eg má siga, tey duga væl at fáa burturúr, alt veldst um søgusigaran.
 |
Angela's Ashes tour |
 |
Krókurin hjá pápa Frank á W.J.South |
Eg vitjaði nøkur søvn: Hunt (tað eitur eftir John Hunt, sum savnaði lutirnar) savnið í Limerick er eitt sera blandað savn. List og lutir og stórt savn av trúarligum myndum.
Í Cork var eg á smørsavni. Helt at tað ljóðaði so stuttligt. Írland er landbúnaðarland, hjá teimum er mjólkin "flótandi gull". Tann grøna oyggin, Emerald isle, breiddi seg út fyri okkum. Kýrnar so litríkar á beiti. Á smørsavninum vóru gomul amboð og nógvar frágreiðingar um smørframleiðslu. Kerrygold smørið hevði stóran part av heimsmarknaðinum. Cork var ein stórur smørbýur.
"Hon kann alt..... og at kirna smør, einans er hon arvingin til 8 merkur í jørð"
 |
smørvegirnir til Cork |
Í Cork var eisini ein framsýning um uppreisturin ímóti eingilskmonnum í 1919-21. Cork hevði eina ta ógvusligastu mótstøðuna ímóti eingilskmonnum. Eingilskmenn brendu ein part av býnum, m.a. býráðshúsini. Teir bøttu við at byggja nýtt stásiligt býráðshús (Town Hall).
Tey flestu í ferðalagnum mundu vitja King's Castle í Limerick. Ein 800 ára gamal festningur. Framsýningin vísir enska og írska søgu gjøgnum øldirnar. Trúarstríð og stríð um vald.
 |
tónleikarar, í "livandi savni" |
 |
Marjun, Bergljót, Ingibjørg og Karin |
No comments:
Post a Comment