Klokkan 6.30 í morgun stóð konan í Eiriksgøtu ferðabúgvin við retrokuffertinum, frem fra glemslen segði onkur. Flogfarið var æstan fult, gott lag Elma og døturnar fóru dámutúr, onkur fer at sjoppa, og onkur fer á messu ella skeið. Tað var ótrúliga vakurt at fara á flog, ein ordilig ´last paradise on earth ' mynd
Í Kastrup sá eg Símun og Súsan , tey eru á veg til Suðurafrika. Kl. 16.40 kom eg á støðina í Aarhus, og har var Tórður ímóti mær, eisini Eva er vikuskiftistúr í Aarhus, so vit høvdu ein familjudrekkamunn á eini café beint har. Síðani spákaði eg eftir strikinum í Aarhus, tók ein taksa og segði Cabinn, men tá bleiv sjaførurin eitt sindur gronutur, tí Cabinn var beint har, so eg mátti bara fáa retro aftur, og hann fekk ongan túr.
Hotellið er so beint við sjónleikarhúsið, so tað var tveir minuttir at ganga til Frankenstein. Flott uppseting, pallurin var í fleiri løgum eitt nettjald var framman fyri, sum tað sást ígjøgnum, samstundis sum filmur á stórskíggja var á netinum. Filmur var eisini nýttur til baktjald, og so var filmur nýttur til at vísa staklutir, sum tú ikki fært víst í eini sýning vi fleiri hundrað áskoðarum, t.d. var víst á stórskíggja, at "flogvitið" seymaði ódjórið saman, also líkið :b leik húð, reytt kjøt og ein bogin nál og tong, rættiliga flott. Eisini ein ógvusligur eldsbruni, sum ódjórið hevur kveikt, verður vístur á stórskíggja, og ikki at gloyma tvíburðatemað ella samleikatemað varð undirstrikað við andlitsmyndum av Frankenstein og skapninginum, sum gingu hvør yvir í aðra og runnu saman. Annars var leikurin realistiskur, fyri so vítt, sum tað kann sigast um Frankenstein, Fullur salur av ungdómi, nógvir skúlaflokkar við lærarum vóru og hugdu.
No comments:
Post a Comment