Nov 13, 2012

Jens Pauli Heinesen 80 ár

Jens Pauli Heinesen (1932-2011) hevur uppiborið ein slíkan heiður og eina slíka hátíðarløtu, sum var í Norðurlandahúsinum í kvøld. Skráin var sera fjølbroytt, og hvørt tiltak á skránni var passaliga stutt, so at tað var ferð yvir kvøldinum.


Tað stuttligasta var valfundurin úr Krabbaurð hjá Bárði og Hansi, teir eru sanniliga góðir leikarar, spældu eina røð av persónum – og tað úr øllum flokkum. So sera aktuelt nú ið valaftan er. Eg sá beint yvir á mentamálaráðharran, sum sat og flenti í kíki. Nógvar av kúlunum úr tí klassisku byrsuni hjá JPH vóru annars sum stoyptar til hansara, t.d. fíltist onkur í Krabbaurð á, at rithøvundar nú skula hava løn fyri at skriva, og tey skula hava stuðul at syngja. Og sambandsmaðurin í Krabbaurð helt, at vit hava nú alt, sum vit hava brúk fyri, vit hava nóg mikið av sangum at syngja, og kongur er okkara tunnil og okkara brýr. Jú, hann kundi vera spískur, Jens Pauli.

 

Tað mest rørandi var yrkingin ‘Hvat vilt tú?’, sum var upplestur, tónleikur og dansur.

Sangurin hjá Tariru var eisini serstakliga góður, og forkunnugt at hoyra nýggj løg.

Ikki bara kvøldseta var á skránni,. men eisini framsýning av lutum, myndum og handritum, og filmurin hjá Gullu varð vístur.

Tann prentaða skráin er eisini sera flott og gjøgnumførd.

Flott Elin og hini, gott og virðingarfult arbeiði!

No comments:

Post a Comment