Aaron Corcos (12 ár) – sum eg eri ommusystir at – hevur gjørt eina kreativa verkætlan í skúlanum. Turið fekk sendandi hesa bók, sum eitur ‘What Really Happened at Grandma’s House’. Tað vísir seg í rættarmálinum ímóti úlvinum, at Reyðhetta verður ákærd fyri sjálv at ætla at drepa ommu sína, tí hon fekk so lítla jólagávu frá henni.
Hon ætlaði at geva henni eina eitraða muffin. Dómarin er úr ævintýrinum Øskufíu. Sum tað hóskar í einum nýmótans ævintýri spæla fjølmiðlarnir eina stóra rollu.
“We’re live from Grandma’s house.” Og so er spurningurin at enda: Var dómurin rættvísur?
No comments:
Post a Comment