Oct 21, 2017

Sólorka – To the Lighthouse

Tað visti eg longu heimanífrá, at ein lættur túrur var út á ein vita her nærindis, tað hevði Ingigerð sagt. Og beinanvegin fyrsta dagin sóu vit, at gøtan til Faro (vitan) var har niðri við strondina, og fleiri av teimum fimu og fermu konunum høvdu longu verið har, áðrenn vit fóru raggandi í dag. Í dag mundi okkara frídagur vera, so eg lá og gassaði mær í seingini til 10.30, lukkaðist akkurát til fimleikin hjá Kirsten her í túninum. Turið er so fresh, at hon sprakk í hylin.
DSC01102
Men so fóru vit túr, og vit gingu einar 7-8 km. Ikki so galið. Túrurin var bæði fagur og upplýsandi, tí turistamyndugleikarnir her hava sett upplýsandi talvur upp, bæði um plantulív, okkurnám, sjórænarar fyrr í tíðini og annað. Vit fingu tað góða hugskot á vegnum, at SÓLORKA skuldi havt ein tematúr ella skeiðstúr fyri ferðamakarar í Føroyum , ferðaleiðarar og kunningarstovur. tey skuldu verið leidd til ymsar ferðafólkaupplivingar, og seinni skuldi tey latið uppgávu inn um, hvat vit kunna læra av Alicante, og krav skuldi verið, at skeiðsluttakarar koma við minst 1 og hæsgt 3 uppskotum til ítøkilig tiltøk í Føroyum.
DSC01120
Úsýni av vitavegnum inn ímóti sandinum í Albir.
DSC01121
Allar talvurnar vóru á heimamálinum, sponskum og enskum. Hendan greiðir frá søgnini um Puig Campana skarðið, sum sæst hiðani.
DSC01133
Sjálvur vitin er ikki nakað serligt at síggja, og ferðamannastøðin har var stongd í dag leygardag.
DSC01108
Tað fløvaði okkara hjarta at síggja, at her bar til at fara beina leið til Santiago, vit høvdu næstan hug at leggja bara avstað sum pílagrímar á øðrum sinni. Men tað voldi sorg at síggja, at onkur hevði meiggjað útyvir jákupsskelina.

No comments:

Post a Comment