Tær tríggjar Gunnvá Zachariassen, Beinta Clothier og Jensina Olsen spæla leikin ORSAKA eftir Kamillu Wargo Brekling á tjóðpallinum Tær spæla einar 25 smáar leikir, skiftast um at vera fremst og vera backup. Marita Dalsgaard hevur verið leikstjóri. Jensina hevur sín debut fyri vaksnum áskoðarum í hesum leiki. Vit kenna hana úr barnasendingum, sum børnini elska. Tað er sjálvsagt ein stór avbjóðing hjá Jensinu at spæla saman við tveimum meiri royndum leikarum, men hon kláraði seg væl, hon var høvuðsleikari í kanska færri av leikunum enn hinar báðar, m.a. tí sera skemtiliga (og syrgiliga) partinum um, hvørja skipan foreldrini brúka, so at børnini hava bæði foreldrini, eitt sera væl rakt prik til tey egoistisku foreldur, sum ikki lata børnini fáa frið at vaksa upp, tí at foreldranna tørvur og statusjagstran kemur fram um alt.
Tað er ferð yvir teimum, og tær fáa rættiliga víst sín kropsliga førleika og fysiska form. Tær tríggjar eru hvør sín týpa, og spælið vísir eisini ymiskar kvinnutýpur. Tann einsamalla, frælsa, sum vil vera einsamøll (ella vil hon tað)? Tann kiksaða, sum heldur vil vera onkur onnur, arbeiðsnarkomanurin og hin ekstremt egoistiska.
Temu. Leikurin er ein kvinnuleikur, sjónarhornið er kvinnusjónarhorn, og høvuðsyvirskrift kundi verið gerandislív við teimum undirtemum, sum nú eru í slíkum føri: barnafamiljur, narcissisma, sex, hjúnaskilnaður, børn, sum búgva í tveimum húsum, sex, vinkonur, sex. Tann gerandisligi dámurin , umboðaður av karribollum og rísi, verður settur í perspektiv í innganginum, men hann hava vit kanska longu gloymt.
Pallurin er sera einfaldur, og tú hugsar, tá ið tú kemur inn, hvat skula tær gera við eitt stillads her inni. Men hann riggar væl, multifunktionellur. Í tí fínu prentaðu skránni sæst nakað um, hvørjar tankar leikstjórin hevur gjørt sær um pallin, sera áhugavert.
Persónsgerð er ein av snildunum, sum høvundurin brúkar á rættiliga sjáldsaman hátt. T.d. verða heilin og kroppurin individualiseraðir, og mótsetnigurin, sum vit vanliga kalla “sense and sensibility” ella “tað góða, sum eg vil, geri eg ikki osfr.” verður lýstur kropsliga. Gunnvá vísir okkum, hvussu heili og kroppur mótarbeiða hvørjum øðrum, og enntá eru lungu og bein eisini lýst, sum havandi sítt egna lív. Serstakliga sjáldsamt og leiklutur, sum krevur serligt fimi. Onnur úrtøkilig evni, sum vórðu viðgjørd sum persónar ell ítøkiligir lutir vóru “kærleikin” og “sjálvsálit”. Serstakliga sorgarskemtiligt er tað, tá ið “arbeiðið” verður lýst, sum tann nýggi hjúnafelagin og pápin í eini familju, henda leikin spælir Beinta á sín sermerkta tølandi hátt.
Tabuevni verða umrødd og mytur verða punkteraðar.
Til dømis: børn eru totalt yvirvurderað, tey eru ikki so fitt, sum fólk siga. Tey larma alla tíðina og skula alla tíðina vísa seg, oyðileggja hvørt selskap.
Til dømis: mammurollan, tað er ikki so synd í mammum, sum tær halda sjálvar.
Til dømis: Tað er eitt væl vart loyndarmál, at vit øll kukka.
Til dømis: Kvinnur hava eisini pornografiskar dreymar (sera grafiskt lýst, gleðið tykkum
Kvinnufrígerð og hvat so?
Leikurin er ein av trimum pørtum í eini trilogi hjá donsku Kamillu Wargo Brekling, og hann er frá 2005, orsaka, men tað er ov gamalt…ella kanska skuldi eg sagt ov nýtt. Tí vit hava sæð Fat Woman’s Joke eftir Fay Weldon og Shirley Valentine eftir Russel, og tey eru gomul leikrit, men vóru so fantastisk – tá. Eg hugsi: Evnini eru ikki aktuell nú, sum tey vóru í 70unum ella 80unum…ella bíða… kanska tað er bara eg, sum eri flutt úr hasum trupulleikunum av miskunsomun rennandi árum. O ræðuleiki, tit ungu! er tað soleiðis enn? Kanska 2005 í Danmark er netupp 2014 í Føroyum….
Ná, nú gjørdist eg heilt ørkymlað…men farið og hyggið sjálv! Er hetta problematikkur, sum tit kenna aftur? Ella er tað avoldað? Leikurin er stuttligur, men tað svíður eitt sindur.
(um onkur vil skriva ein gestablogg um leikin, so ger so væl ,send mær bara bloggin á bergljot.av.skardi{kurla]gmail.com)
No comments:
Post a Comment