Skødstrup er ein forstaður norðanfyri Aarhus, har eru raðhús typisk fyri slík kvarter.
Men tað er einki týpiskt við húsunum hjá Bergljót og Lars. Stovan við heimagjørdari dupultsong undir loftinum beint uppi yvir tí stóra vevinum vísir persónligheit og ans fyri hugna og tí ektaða tilfarinum. Sjálvandi hava tey ikki træbaljur og træsúpiskeiðir, men plast og akrýl er ikki teirra yndis.
Á loftinum hava børnini hvør sítt kamar, sum tey hava innrættað hvør á sín hátt. Anna Mira hevur prýtt øll bróst við útklippum úr dagbløðum – sera originalt.
At familjan er hálv føroysk sæst bæði á tí, sum hongur á bróstunum og á lyklabrettinum, sum Lars hevur gjørrt, sum er ein lítil hjallur.
Blíðskapurin var stórur, eg varð partur av familjuni í tríggjar dagar, og Bergljót tók sær stundir at fara í býin við síni gomlu mostur (eg var so heppin, at hon hevði frí 2 dagar). Tey búgva tætt hjá foreldrunum hjá Lars og bæði mostir og pápabeiggi komu inn á gólvið, meðan eg var har. Nei, tey eru ikki typisk, tú sært nakrar gamlar dygdir, sum vit ofta sakna í gerandisdegnum.
Góða Bergljót og góði Lars, hjartans takk fyri blíðskapin!
No comments:
Post a Comment